2023-07-27 18:47
Á ólavsøku og dagin eftir verður framsýning við Kára Svensson í Gallarí Havnará.
Kári er ein av okkara mest virdu listamonnum, og hansara listaverk endurnýggja klassiska landslagið í abstraktum formi, har pensilin fer leikandi eftir løriftinum.
Listaverkini siga okkum frá hansara egnu upplivingum av náttúruni, har veðrið skjótt broytist frá mjørka, sól, stormi og regni.
Fernisering var í dag, og opið verður báðar ólavsøkudagarnar, umframt sunnudagin 30. juli
Opið er soleiðis næstu dagarnar:
Fríggjadagin 28. juli, ólavsøkuaftan: kl. 14.00 - 20.00
Leygardagin 29. juli, ólavsøkudag: kl. 14.00 - 20.00
Sunnudagin 30. juli: kl. 14.00 - 18.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald