Orsakað av støðuni við korona verður ólavsøkan eitt sindur øðrvísi í ár, og tað verður eisini ein heldur øðrvísi ólavsøkukabarett, føroyingar koma at síggja í ár.
Ætlanin er nevniliga at vísa hana í sjónvarpinum.
Avmarkingarnar, sum eru settar orsakað av korona, hava við sær, at tað ikki ber til hjá øllum at fara í Sjónleikarhúsið at hyggja eftir kabarett sum vænt, og hetta hevur eisini við sær, at inntøkugrundarlagið verður broytt.
Tí sóknast toymið handan ársins ólavsøkukabarett eftir fíggjarligum stuðli umvegis Hópfígging. Sí meira her.
Um verkætlanina stendur soleiðis:
– Nú tá Ólavsøkan verður fluttur úr miðbýinum út til býlinganar í Havn, hugsa vit, hví ikki halda ólavsøku um alt Føroyar samstundis. Við einari varpaða Ólavsøkukabarett, kunnu allir føroyingar samlast um tí góðu satiruna.
– Ólavsøkukabarettin 2020 verður við háaktuellari satiru, sum vit kenna hana. Eingin skal føla seg skotsikran. Ótrúliga nógv er hent seinastu 12 mánaðirnar, og vit vilja tryggja eina terapeutiska viðgerð av samfelagsrákunum, ið hava tyngt okkum hesa tíðina…. Sjálvandi við prikandi skellilátri! Tað er TAÐ ein góð satira skal vera før fyri, og tað er TAÐ kabarettin allatíð hevur strembað eftir, líka síðani at hon fór av bakkastokki fyri einari hálvari mannaøld síðani.
– Vegna støðuna í ár fær fíggjarætlanin til kabaretttina eitt heldur ørðvísi skap. Serliga inntøkugrundarlagið verður broytt. Og her kemur tú inn! Við at stuðla Ólavsøkukabarettina 2020, kunnu vit tryggja okkum at kabarettin kann filmast og varpast til øll landsins herðahorn!
Endamálið er at røkka 30.000 krónum áðrenn 31. juli, og longu nú eru 39 prosent av hesari upphæddini komin inn.
Toymið handan ólavsøkukabarettina 2020
Leikstjóri: Andrias Høgenni
Leikarar: Jákup Dahl Wardum, Sóley Danielsen, Torkil Tórgarð, Katrin Joensen-Næs og Elias Magnussen
Stagehand: Elinborg Weihe Thomassen
Framleiðslustjóri: Franklin Symphor Henriksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald