Mentan

Ólavsøkukabarettin: Ein sólstrála í einari keðiligari ólavsøkuskrá

Í ár er fyrstu ferð at kabarettin kemur inn í øll heim umvegis stroyming. Kaberettin fær 4 av 5 P'um

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2020-07-29 17:30 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

2020 var árið tá ið kreativu sálirnar í Sjónleikarhúsinum avgjørdu, at korona skuldi ikki ganga út yvir ólavsøkukabarettina, sum fyri mong er ein føst traditión. Hóast ólavsøkan nærum sýnist at vera avlýst, so gjørdu tey av, at tey í ár skuldu raka ein breiðari skara einn nakrantíð.

Nú er kabarettin fyri fyrstu ferð nakrantíð komin inn í heimið hjá fólkið, via stroyming, og amen fyri tí. Tí kabarettin er ein sólstrála í eini annars keðiligari ólavsøkuskrá.

Tað er Andrias Høgenni sum hevur leikstjórnað kabarettina í ár, eins og hann gjørdi í fjør. Andrias Høgenni er seinasta árið blivið eitt kent navn í føroysku húsarhaldunum, og er vorðin ein føroysk films darling, síðani hann vann ein Cannes prís við stuttfilminum “Ikka Illa Meint”. Tað sýnist sum, at Andrias Høgenni hevur nomið sær størri kunnleika síðan seinastu kabaret, tí hann kemur væl betri frá tí í ár enn seinasta ár. (Sí ummæli frá síðsta ár).

Hóast óalmindeliga lítið annað enn korona er hent hetta árið, megnaði liðið handan kabarettina at halda korona til eitt minimum. Heldur hava tey viðgjørt tey traditionellu kabarett evnini og hava havt fokus á politiskar hendingar seinasta árið og í samonguskiftið. Alt stóð fyri skotum, bæði fiskivinnunýskipanin hjá Høgna Hoydal, Jenis av Rana , umframt Annika Olsen og hennara valdsgreði.

Eitt lítið minus er, at hendingarnar vóru í so havnasligar, og tað kanska er sindur torført at kenna seg aftur í, um man býr uttan fyri Tórshavnar kommunu, men sæð burtur frá hesum rakar kabarettin breitt.

Teir obligatorisku kabarett sangirnir vóru eisini við. Løgini vóru klassisk, og tí kundi ein altíð kenna seg aftur í teimum, og hetta gjørdi at man livdi seg enn meira inn í hendingarnar. Eisini hóskaði koreografiin seg øgiliga væl til bæði hendingarnar og til taktirnar, og alt gekk uppí eina hægri eind.

Sjónleikararnir gjørdi tað stak væl. Har tað kanska væntaði eitt sindur í búnunum, hálaði sjónleikurin tað upp á einum høgum støði, og tí ivaðist mann ongantíð í hvør tað var sum leikurin snúði seg um og essensurin av persónunum kom stak væl fram. Leikarnir vóru sera fjølbroyttir, og gjørdu tað øll gott.

Pallurin var snøggur, einfaldur og nútíðarhóskandi, uttan at vera keðiligur. Hetta stuðlaði uppundir spælið, uttan at fjerna fokus.

Alt í alt er liðið komið sera væl frá tí, og hava megnað at gjørt nógv við lítið. Úrslitið er ein stuttlig og samanhangandi kabarett, Pipar og Salt støðið, hóast tað ikki kemur heilt har upp.

Kabarettin sæst á kvf.fo her frá 24. minutti.

Ólavsøkukabarettin
Sjónleikarhúsið/Kringvarp Føroya

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder