Mentan

Ólavur á Váli í Spaniastovu

Fríggjakvøldið 4. desember fer Ólavur á Váli við bólki at framføra í Spaniastovu

Ólavur á Váli (Savnsmynd)

Ólavur á Váli (Savnsmynd)

2020-12-02 21:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið 4. desember fer Ólavur á Váli við bólki at framføra í Spaniastovu.

Á skránni verða øll tey kendu løgini frá fløgu hansara, umframt tey stakløgini, hann hevur útgivið gjøgnum árini.

Konsertin verður fríggjakvøldið klokkan 21, men frá klokkan 18 verður høvi at fáa sær okkurt gott undir góman frá gourmetkokkinum.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Manningin, ið fer at framføra, verður henda:

  • Ólavur á Váli Olsen: Sang og gittar
  • John Johansen: Bass og kór
  • Magni Husgaard: Tangentar
  • Henning Hjalt Nicodemussen: Trummur og kór
  • Jóhan Ziskason: Gittar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder