2024-08-21 20:58

Ólavur Eysturdal verður settur sum virkandi sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.
Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
Hann hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í eitt gott ár.
Í heyst fer sóknarpresturin Anne Mette Greve Klemensen í lestrarfarloyvi.
Í hesum sambandi hevur biskupur í samráð við avvarðandi kirkjuráð sett Ólav í starv sum virkandi sóknarprest í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi frá 1. september og árið út. Prestagjaldið fevnir um Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald