Innanlands

Ólavur Gunnarsson heldur fram sum formaður í Maskinmeistarafelagnum

Eingin annar stillaði upp til formansval, og eitt nýtt trý-ára skeið byrjar eftir aðalfundin, sum verður í mars

Ólavur Gunnarson (Mynd: mf.fo)

Ólavur Gunnarson (Mynd: mf.fo)

2020-12-16 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, tann 15. desember, var freistin úti til at stilla upp til formansval í Maskinmeistarafelagnum.

Heimasíðan mf.fo skrivar, at tað var bert verandi formaður, Ólavur Gunnarsson, sum stillaði upp til formansvalið.

Sostatt heldur hann fram í starvinum komandi trý-ára skeiði, ið byrjar eftir aðalfundin, sum verður í mars mánað 2021.

Ólavur Gunnarson hevur verið formaður í Maskinmeistarafelagnum síðani 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder