Mentan

Ólavur Larsen heldur flaggdagsrøðuna í Fuglafirði

Hornakestrið skipar fyri, ymiskt er á skránni rundanum - millum annað kvøldskúlaframsýning ið letur upp í dag, og klokkan 14 fer býráðslimurin at flyta fram røðu í Miðstaðarlundini . Sí skránna fyri Flaggdagshaldið og árligu kvøldskúlaframsýningina her

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-04-21 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fram til Flaggdagin, mánadagin 21. apríl, verður kvøldskúlaframsýningin í Gallerí Ribarhús opin, og hon verður eisini opin sjálvan dagin.

Flaggdagur 25. apríl - skrá:

Kl. 13.00 – 16.00 Miðstaðarlundin, Skótarnir hava sølubúð í Hjallinum
Kl. 14.00 Miðstaðarlundin, Fuglafjarðar Hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldi. Ólavur Larsen røðar og hornorkestrið spælir
Um viðrar fara Ellisakfør ein biltúr.

Kl. 14.45 ÍF-kappróður hava opið neyst og um viðrar verða bátarnir flotaðir
Kl. 15.00 – 18.00 Piddasahandil og Lúku-kafein opin
Kl. 15.00 – 18.00 Gallerí Ribarhús, Kvøldskúlaframsýning
Kl. 16.00 Gallerí Ribarhús, Klavernæmingar hjá Hera framføra


Piddasahandil og kvøldskúlaframsýningin í Gallerí Ribarhús hava opið soleiðis dagarnar áðrenn flaggdagin:

Hósdagin 21. apríl kl 15 - 17.30. Lúku-kafein opin
Fríggjadagin 22. apríl kl 15 - 17.30
Leygardagin 23. april kl 11 - 13
Sunnudagin 24. apríl kl 16 - 18
Sunnudagin 24. apríl kl 17 Harmoniku-samanspæl við Hóraldi Joensen konsert. Lúku-kafein opin

Fuglafjarðar kommuna
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder