Innanlands

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

Ólavur hevur verið varaleiðari í skúlanum og hevur seinastu tíðina røkt starvið sum virkandi leiðari.

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)

2026-09-12 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ólavur Olsen er settur sum leiðari í Tórshavnar Musikkskúla.

Ólavur Olsen er 49 ár og útbúgvin tónleikari og tónleikalærari frá Det Jyske Musikkonservatorium við trompet sum høvuðsljóðføri. Í 2022 varð hann liðugur við Diplomútbúgving í Leiðslu á Glasi.

Ólavur hevur starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini síðan 2004 og hevur verið varaleiðari í Tórshavnar Musikkskúla síðan 2016. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu og fyrisiting og hevur samstundis verið virkin tónleikari í føroyskum tónleikalívi í nógv ár.

Seinastu tíðina hevur Ólavur røkt starvið sum virkandi leiðari í Tórshavnar Musikkskúla og tekur nú við sum leiðari.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder