Mentan

Ole Børud í Føroyum 4. apríl

Í apríl verður konsert við kenda norska tónleikaranum Ole Børud í Nebo á Toftum

2020-02-14 10:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendi norski tónleikarin Ole Børud vitjar í Føroyum 4. apríl í ár. Mitt í eini heimsrundferð kemur hann hendan vegin við fullum orkestri, saman við blásarum og teknikkarum.

Ole Børud er einamest kendur fyri sín serstaka funk, westcoastpopp tónleik, ið minnir ikki sørt um Steely Dan, Michael McDonald og Doddie Brothers. Hesin tónleikur hevur seinastu tíðina fingið rættiligt comback millum ung og hipstarar, ið seta prís uppá kvalitetstónleik. Ole Børud er ein meistari í hesum tónleikastíli og ferðast hann kring heimin við framúrskarandi bólki sínum.

Sjálvur kemur Ole frá kendari tónleikafamilju og hava tey verið sera aktiv í m.ø. Grand Prix, á leikpallum og í konserthølum. Hann hevur verið professionellur tónleikari síðan hann var 16, men líka síðani hann tók síni fyrstu fet hevur tónleikurin fylt lív hansara.

Nú er tíðin so komin til Føroyar. 4. apríl trínir Ole Børud við 8-manna orkestri á pall í Nebo á Toftum. Nebo er ein av nýggjaru samkomusalunum í landinum. Fleiri sera væleydnaðar konsertir hava verið í Nebo, har gott ljóð- og ljósanlegg og ein stórur pallur tann 4. apríl verða karmar um konsertina hjá Óle Børud.

Tað er GJAMMA-Live, sum javnan skipar fyri konsertum við føroyskum og útlendskum nøvnum, ið skipar fyri konsertini.

GJAMMA-Live boðar eisini frá, at nýggi bólkurin Reality Bytes hitar upp til konsertina. Tey lova áhoyrarunum eitt upplivilsi við kendum og nýggjum tónleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder