Mentan

Ole Ivars á hugnaligari vitjan á Ráðhúsinum

Teir vóru her seinast í 2003, og í morgin spæla teir fyri seinastu ferð í Føroyum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-10-21 15:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna: Bólkurin Ole Ivars varð stovnaður í Hamar í Noregi í 1964. Teir hava givið út í minsta lagið 45 plátur og fløgur og fingið eitt ótal av gull- og platinplátum. Teir hava vunnið ymsar “spellemannspriser” fleiri ferðir.  Nú spæla teir upp til seinasta dansin.

Í Føroyum kenna vit eitt ótal av landaplágum frá teimum, t.d. “Nei så tjukk du har blitt” og nógvar aðrar, sum alt føroyska dansifólkið dugir uttanat. Teir hava dominerað Norsktoppen, hava spælt sera nógv í Svøríki og eisini í Spania. Í Føroyum hava teir verið tvær ferðir, seinast í 2003. Í 2008 luttóku teir enntá í Eurovison.

Teir fylla konsertsalarnar í Noregi og eru eisini kendir fyri teirra einastandandi kirkjukonsertir uppundir og á jólum. Eitt sindur av skifti hevur verið, onkur av teimum upprunaligu er deyður og onkur givin, men enn halda hinir saman.

Nú vitja teir Føroyar aftur fyri seinastu ferð, hetta er “Siste dansen”, og í morgun bóðu teir um at sleppa at vitja á Ráðhúsinum. Tað var sjálvandi gamaní og borgarstjórin og onnur fingu eitt hugnaligt prát við hesar fryntligu norðmennirnar.

Fyriskiparar og ferðaleiðarar á túrinum eru Jonna Krog Poulsen og Finnur Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder