Teir vóru fyrstu ferð í Føroyum í 2003, og í oktober koma teir aftur – norsku dansikongarnir úr Ole Ivars. Hesaferð í samband við teirra seinastu konsertferð undir heitinum “Siste Dansen”.
Hesum boða fyrireikararnir, eventz.fo, frá í dag. Skrivað verður soleiðis um kenda norska bólkin:
- Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og -norðanlondum í nógv ár. Bólkurin byrjaði sum ein tannráringabólkur longu í 1964, og síðani hava teir sitið á dansitrónini í bæði Noregi og øðrum londum í Skandinavia. Hesi næstan 60 árini hava teir spælt í nógvum ymiskum londum og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv við teirra frálíku tónum og til tíðir skemtiligu tekstum. Hesi árini hava teir eisini fingið hópin av tónleikavirðislønum, har ímillum eisini ta størstu í Noregi, nevniliga "Årest Spelband", ið teir fingu í 1999.
Ein hin best umtókti sangurin hjá Ole Ivars er ivaleyst "Jeg trodde englarne fanst", men eisini “Nei, så tjukk du har blitt”, ið flest allir føroyingar munnu kenna. Í Føroyum syrgdi serliga Elis Poulsen, sáli, fyri, at Ole Ivars ljómaðu kring landið, og eru talan helst um tann mest spældi dansibólkurin í Kringvarpinum.
Tað verður leygarkvøldið 22. oktober, at Ole Ivars bjóða upp til ein seinasta dans í Føroyum. Tað verður í høllini á Hálsi, og umframt Ole Ivars, fara eisini Hans Jacob Hjelm við orkestri og Finnur Olsen frá “Upp á tá” at luttaka við dansitónleik.
Dansurin byrjar klokkan 22.00 og endar klokkan 03.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald