Uttanlands

Ole Stephensen deyður, 63 ár

Journalisturin, sjónleikarin og politikarin small um í heimi sínum í gjárkvøldið

2019-02-07 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski journalisturin og fyrrverandi sjónvarpsverturin, Ole Stephensen, doyði í gjárkvøldið í heimi sínum í Gentofte, einans 63 ár.

Tað hendi knappliga og uttan at hann hevur verið sjúkur. Hann small um, og hóast læknar og bjargingarfólk vóru skjót á staðnum, eydnaðist tað ikki at fáa lív í hann aftur, skrivar dr.dk.

Ole Stephensen var kendur fyri sítt samstarv við Jarl Friis-Mikkelsen, serliga í samband við filmirnar um Walter og Carlo og ’Op på Fars Hat’.

Ole Stephensen royndi alla tíðina at sameina sína starvsleið sum undirhaldara við sína útbúgving sum journalistur.

Hann var vertur í fleiri sjónvarpssendingum hjá Danmarks Radio, eitt nú Lørdagskanalen. Tá TV2 byrjaði, gjørdist hann, saman við Suzanne Bjerrehus, vertur fyri vælumtóktu undirhaldssendingina ’Eleva2ren’, sum varð send fríggjakvøld. Saman við beiggja sínum Erik Stephensen og Jørgen Kolbæk var hann við til at stovna framleiðslufelagið Skandinavisk Filmkompagni.

Hann var eisini við til at gera ’Go’ Morgen Danmark’ fyri TV2 og var í fleiri ár gestur fri sendingina, men tá TV2 í 2008 ynskti nýggjar og yngri vertir, varð hann vrakaður, eitt nú saman við samvertinum, Line Baun Danielsen.

Hann var sera vónsvikin av hesum, men blakaði seg út í onnur projekt, eitt nú handilin hundeshoppen.dk, sum hann rak saman við konu síni.

Í 2016 gjørdist hann limur í Konservativa Fólkaflokkinum og varð árið eftir valdur inn í kommunustýrið í Gentofte har hann eisini var floksins valevni til Fólkatingið.

Ole Stephensen hevur skrivað minnisbókina 'Rub og stub - over stok og sten'. Eftir hann sita kona og tvær døtur, 19 og 21 ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder