Bretski sjónleikarin, Diana Rigg, er deyð, 82 ára gomul. Tað skrivar BBC. Diana Rigg er í dag mest kend fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini Game of Thrones, har hon spældi leiklutin sum Olenna Tyrell.
Sum ung spældi hon Bond-babe í filminum 'On Her Majesty's Secret Service' frá 1969. Tracy er sostatt einasta kvinna, sum nakrantíð er gift við James Bond í einum av Bond-filmunum.
Diana Rigg sló ígjøgnum í upprunaligu ”The Avengers” sjónvarpsrøðini, ið varð send frá 1965 til 1968. Her spældi hon loyniligi agenturin Emma Peel.
- Tað er við stórari sorg, at vit mugu boða frá, at Dame Diana Rigg friðarliga doyði tíðliga í morgun, heima saman við familju síni, skrivar umboðsmaður hennara, Simon Beresford í eini fráboðan í gjár.
Orsøkin til deyðan er, at hon var rakt av krabbameini, hevur dóttir hennara, Rachel Stirling upplýst fyri Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald