Innanlands

Olga Magnussen nýggjur skúlaleiðari í Nesvík

Hon hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fyrisiting og hevur starvast sum leiðari á Blákrosheiminum á Nesi í 18 ár og eisini sum deildarleiðari á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í 12 ár. Fyrstu háskúlaskeiðini fara skjótt í gongd

2022-10-11 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Olga Magnussen er sett sum skúlaleiðari á Háskúlanum í Nesvík. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

Um nýggja leiðarin skrivar Trúboðin, at hon er er útbúgvin Master i narkotika- og alkoholindsatser frá Aarhus Universitet í 2016 og sjúkrarøktarfrøðingur frá sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 1982, eins og hon hevur nógvar leiðsluroyndir: 

- Olga hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fyrisiting við leiðslueftirútbúgving í 2003. Olga hevur starvast sum leiðari á Blákrosheiminum á Nesi í 18 ár og sum deildarleiðari á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í 12 ár. 

Olga ynskir, at Háskúlin í Nesvík gevur menniskjum atgongd til bestu menningarmøguleikar og at tey kunna hvíla í, at tey eru elskaði av Gud, skrivar Trúboðin.

Nýggi skúlin verður skipaður sum nógv ymisk skeið. Eitt yvirlit yvir skeiðini sæst her. Heimasíðan hin.fo skrivar, at tey fyrstu skeiðini fara í gongd, so skjótt luttakarar hava teknað seg, og ætlanin er at fleiri byrja nú í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder