Innanlands

Olgar Danielsen nýggjur formaður í Yrkisfelagnum Miðnám

Hann hevur seinastu árini verið kassameistari í felagnum og er lærari í støddfrøði á Miðnámi á Kambsdali

Myndin er frá í fjør, tá Yrkisfelagið og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu nýggjan sáttmála. Olgar Danielsen er uttast til vinstru (Mynd: yf.fo)

Myndin er frá í fjør, tá Yrkisfelagið og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu nýggjan sáttmála. Olgar Danielsen er uttast til vinstru (Mynd: yf.fo)

2020-02-09 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á stýrisfundinum fríggjadagin 7. februar 2020 skipaði stýrið í Yrkisfelag Miðnám seg av nýggjum.

Har varð einmælt samtykt, at Olgar Danielsen skuldi vera nýggjur formaður. Hann er lærari í støddfrøði á Búskaparbreytini á Kambsdali og hevur drúgvar royndir í fakfelagsarbeiði. Olgar hevur verið stýrislimur í Lærarafelag Handilsskúlans og síðani í samanlagda stýrinum í YF Miðnám, harn hann tey seinastu árini hevur hann røkt starvið sum kassameistari.

54-ára gamli klaksvíkingurin tekur yvir fyri Nikolinu Olsen sum formaður í YF Miðnám.

Tað er Høgni av Skarði, sum hevur sitið í stýrinum síðani 2018, sum tekur yvir fyri sum kassameistari.

Búgvi Poulsen heldur fram sum næstformaður. Hetta er fjórða árið hjá honum í stýrinum.

Vónbjørt Tróndheim varð vald sum skrivara. Hon var útbúgvingarleiðari í fýra ár í Hoydølum og røkti í hesum sambandi eisini skrivarauppgávur.

Birna Heinesen er vanligur limur. Sum forkvinna í lærararáðnum á Kambsdali hevur hon eisini viðkomandi royndir.

[object Object]
Nýggja nevndin (Mynd: yf.fo)

Endamál felagsins er at virka til frama fyri útbúgvingar á miðnámsskúlaøkinum, øðrum útbúgvingum og útbúgvingartongdum økjum á javnmettum stigi, at røkja áhugamál limanna, bæði fíggjarliga, starvsliga og fakliga.

Kelda: yf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder