Søguleyst fólk er sum rótleys planta, sum skip uttan kumpass og kós. Nýggja bókin hjá Óla Breckmann, “Latið ei søguna doyggja” lýsir, hvussu føroyingar farnu 2-3 øldirnar hava baksað seg úr myrkri, mykju og mógvi, úr tara, tøðum og tvag, úr kulda, vætu og sjúku til nútíðar vælferð, ljós og hita, nú vit eru frísk, rein, turr og mett hvønn dag.
Føroyar eru eindømi um lítið oyggjaland á okkara breiddarstigi, sum hevur tikið seg fram frá miðøld til nútíð, so búskapur, fólkatal, miðal livialdur og livistøði eru ment fleirfalt upp á hædd við heimsins fremstu lond.
Føroyingar hava í stríðum andróðri tryggjað okkara mál, mentan, samleika og politiska sjálvræði, nú á gáttini til sjálvbjargnan búskap og sjálvstøðuga tjóð.
Føroyar eru søguligt eindømi og eitt Guðs undurverk. Henda bókin lýsir partar av tilgongdini, og hvussu vit livdu og doyðu.
Bókin “Latið ei søguna doyggja” eftir Óla Breckmann er 320 blaðsíður, við 150 opnum (‘kapitlum’), stuttum tekstum og nógvum søguligum myndum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald