Mentan

Óli Jógvanson tilnevndur amerikanska tónleikavirðisløn

Klassiska stykkið "A Place Called Home" tilnevnt eina HMMA-virðisløn

Óli Jógvansson

Óli Jógvansson

2020-03-17 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av stemningsfullu stykkjunum, sum vóru við á útgávuni ”Voyage” hjá føroyska tónaskaldinum Óla Jógvanssyni, frá 2018, er nú tilnevnt eina heiðurliga amerikanska tónleikavirðisløn.

Talan er um stykkið ”A Place Called Home”, sum er upp á tal at fáa eina HMMA-virðisløn fyri nýskrivaðan klassiskan tónleik, tá virðislønirnar verða handaðar í november í ár.

HMMA stendur fyri Hollywood Music in Media Awards.

[object Object]

”A Place Called Home” er eitt av stykkjunum á fløguni ”Voyage” við tónleiki hjá Óla Jógvanssyni.

Hetta stykkið verður spælt av Bulgarian National Radio Symphony Orchestra undir leiðslu av Grigor Palikarov. Zuzana Michlerová hevur lagt stykkið hjá Óla til rættis fyri symfoniorkestur.

Óli Jógvansson hevur í mong ár skrivað tónleik saman við Bárði Háberg undir vørumerkinum Baroli Music.

Njótið yndisliga lagið herundir:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder