Uttanlands

Olivia Newton-John deyð, 73 ára gomul

Hon var serliga kend fyri leiklutin í filminum “Grease” frá 1978

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-08 23:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretska-australska sangarinnan og sjónleikarin Olivia Newton-John er deyð. Hon gjørdist 73 ára gomul.

Tað upplýsir maður hennara, John Easterling, í einum uppslagi á hennara Facebooksíðu.

Hon andaðist friðarliga við hús, og kring seg hevði hon vinir og familju. Hetta hendi mánamorgunin lokalatíð har suðuri í Kalifornia.

Olivia Newton-John er serliga kend fyri sín leiklut í filminum “Grease” frá 1978, har hon spældi “Sandy” saman við John Travolta í leiklutinum sum “Danny”.

Hon er fødd í Cambridge í Bretlandi, men er vaksin upp í Australia. Seinni flutti hon til USA at búgva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder