Uttanlands

Olivia Newton-John fingið heitið "Dame"

- Sum genta, sum er fødd í Cambridge, eri eg sera errin av bretska upprunna mínum, og eri eg sera takksom fyri at fáa hesa viðurkenning úr Stórabretlandi, sigur hon

Olivia Newton-John (Mynd: EPA)

Olivia Newton-John (Mynd: EPA)

2019-12-28 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska drotningin, Elizabeth hevur avgjørt at heiðra avstralsku songkvinnuni og sjónleikarinnuni, Olivia Newton-John.

Olivia Newton-John, sum nokk er mest kend sum Sandy úr "Grease" frá 1978, er fødd í Stórabretlandi, og í gjárkvøldið boðaði bretska kongshúsið frá, at hon fór at fáa heitið "Dame".

"Dame" er eitt tignarheiti, ið verður givið kvinnum. Í Stórabretlandi samsvarar hetta við riddaratign hjá monnum.

Sambært Ritzau, er Olivia Newton-John sera fegin, og kennir hon seg heiðraða og takksama fyri nýggja heitið.

- Sum genta, sum er fødd í Cambridge, eri eg sera errin av bretska upprunna mínum, og eri eg sera takksom fyri at fáa hesa viðurkenning úr Stórabretlandi, sigur hon.

Hjá Oliviu Newton-John, er nógv tíð farin við vælgerandi arbeiði seinastu 30 árini, har hon hevur strídst við krabbameini fleiri ferðir.

Á hvørjum ári um nýggjárstíð, heiðrar Elizabeth drotning einstaklingar innan list, mentan, ítrótt og politikk. Millum tey, sum verða heiðrað í ár eru m.a. filmsleikstjórarnar Steve McQueen og Sam Mendes.

Steve McQueen skrivaði søgu í 2014, tá hann gjørdist fyrsti litti leikstjórin at vinna eina Oscar-virðisløn fyri "Besta film". Hetta var við filminum "12 Years a Slave".

Sam Mendes er kendur fyri filmarnar "American Beauty" og James Bond-filmin "Skyfall".

Teir báðir hava fingið riddaratign, sum gevur teimum rættin at seta eitt "sir" framman fyri navn sítt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder