Innanlands

Olja á fleiri vegastrekkjum í høvuðsstaðnum

Olja lak úr einum tangabili, sum var á veg til Suðuroyar seinnapartin í gjár

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2021-11-19 08:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan kom seinnapartin í gjár við fráboðan um, at olja var á Dalavegnum og heitti á bilførarar um at koyra varliga. Hetta var niðast á Dalavegnum við Herbergið, men tað vísti seg skjótt, at olja var eftir øllum vegastrekkinum, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

Staðfest var eisini, at tað var hált ymsastaðni á ringvegnum og á Rundingi - vegamótið oman ímóti Vestara bryggju, har oljufeløgini halda til.

Illgruni var um ein tangabil, sum var farin umborð á Smyril, og skuldi til Suðuroyar seinnapartin í gjár.

Í samstarvi við skiparan á Smyrli varð staðfest, at olja var likin úr tangabilinum, og hann varð fingin í land.

Talan er um nógvar litrar tilsamans, so viðkomandi oljufelag kann vænta sær eina rokning fyri upprudding, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Eina løtu seinni kom fráboðan um olju í Havnará við Plantasjuna. Tað er tó ikki illgruni um, at hetta stavar frá tí sama. Hinvegin kundi tað verið niðurtøkan av gamla B36 húsinum og Framhúsinum, sum kann vera orsøkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder