2019-09-08 12:08
Um vikuskiftið fekk løgreglan eina fráboðan frá einum borgara, sum helt seg hava luktað olju við Leitisvatn, tá viðkomandi var farin oman har at fiska.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at løgreglan hevur verið og kannað málið í morgun, og at staðfest er, at talan er um olju.
Ógreitt er, hvar oljan er frá, ella nær hon er komin, men hon kann møguliga vera komin frá flogvøllinum, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald