Innanlands

Olja lak út á vegin í Klaksvík

Í gjár varð ávarað um oljudálking á vegnum í Klaksvík, og stutt eftir ringdi eitt felag til løgregluna at boða frá, at tað var frá teimum, at oljulekin stavaði

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-28 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár heitti løgreglan á bilførarar í Klaksvík um at koyra varliga orsakað av einum stórum oljuleka.

Lekin byrjaður á Stongunum, og síðani var oljan farin eftir Nólsoyar Pálsgøtu til rundkoyringina við Posthúsið, niðan eftir Gerðagøtu, og síðan oman eftir Mækjuvegi móti Norðyartunlinum.

Stutt eftir, at oljulekin varð staðfestur, ringdi eitt felag til løgregluna at boða frá, at oljulekin stavaði frá teimum. Hol var komið á eina slangu á einum lastbili, og tí lak olja út á vegin.

Løgreglan sigur við in.fo, at felagið hevur rós uppiborið fyri, at tey sjálvi boðaðu frá og átóku sær skyldina fyri lekan.

Kommunan og felagið er nú sett í samband við hvørt annað, so tey kunnu greiða viðurskiftini sínamillum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder