Uttanlands

Óljóð frá skipum: Einstøku kommunurnar skulu samtykkja reglugerð

Í royndartíð fram til 1. november skulu regluligar ljóðmátingingar gerast fyri at finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking. Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og Kommunufelagið eru nú vorðin samd um leistin

Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, saman við Heðini Mortensen, formanni í Kommunufelagnum (Mynd: uvmr.fo)

Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, saman við Heðini Mortensen, formanni í Kommunufelagnum (Mynd: uvmr.fo)

2021-06-22 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óljóð frá skipum, ið liggja við kai ymsastaðni í landinum, hava javnan verið borgarum, sum búgva nær við kommunalu havnirnar til ampa. Hendan trupulleikan hevur serliga Heimafriður varpað ljós á seinastu árini, og heitt hevur ferð eftir ferð verið á kommunur og landsmyndugleikar um, at gera nakað við støðuna.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og Kommunufelagið eru nú vorðin samd um leist, sum skal minka um ampa av óljóði frá skipum við bryggju í føroyskum havnum. Hesum boðar Umhvørvis- og Vinnumálaráðið frá seinnapartin.

Ætlanin er, at einstøku kommunurnar samtykkja eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir. Reglugerðin er gjørd í samstarvi millum kommunurnar og í samráði við Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Myndugleikarnir fara at gera ljóðmátingar, sum skulu avgera hvat markvirði fyri ljóðdálking skal vera. Allir partar fáa møguleikan at vera við

- Í einari royndartíð fram til 1. november 2021 er ætlanin, at myndugleikarnir við regluligum ljóðmátingum finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking, sum allir partar í samfelagnum kunnu taka undir við. Í royndartíðini verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, í nærumhvørvinum og inni á privatum ognum. Umboð fyri myndugleikar, vinnuna og felagsskapir sum Heimafrið hava møguleika fyri at vera við og eygleiða, tá ið mátingar verða gjørdar. Kunnandi fundir hava verið við umboð fyri vinnuna og fyri felagsskapin Heimafrið. Hesi hava sum heild tikið væl ímóti teirri ætlan, sum fyriliggur. Eftir royndartíðina verða markvirðini ásett og alment fráboðað.

Boðað verður frá, at um ljóðmátingar vísa brot á ásettu markvirðini, fær viðkomandi skip boð frá havnini um at broyta raksturin og fáa viðurskiftini í rættlag. Fæst ljóðstigið ikki niður á ásett markvirði beinanvegin, skulu havnirnar nokta fyri at taka ímóti skipinum um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag innan eina nærri ásetta freist.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder