2020-12-31 15:10

Um middagsleitið fór ein oljubilur hjá Magn útav kaibrekkuni í Miðvági, sambært jn.fo.
Tað var hált í brekkuni, og sum skilst gleið bilurin út av, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Bilførarin ringdi til løgregluna at boða frá óhappinum, men sum skilst var eingin skaði.
– Tað var nokkso hált, og førarin ætlaði sær at seta seg í sambandi við kommununa at fáa tey at salta vegin. Hvussu varð við at fáa bilin upp vita vit ikki, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald