Innanlands

Oljudálking - vegurin er opin aftur

Men tað tekur tíð at fáa allar bilarnar ígjøgnum, sum hava staðið í longum bíðirøðum.

2026-09-04 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri klokkan 16 varð latið upp aftur fyri vegastrekkjunum í Eysturoynni, sum hava verið stongd orsaka av oljudálking.

Men tað hevur tikið langa tíð at fáa allar bilarnar ígjøgnum, sum hava staðið í bíðirøð.

Løgreglan heitir á bilførarar um at geva tol, og framvegis koyra varðliga, tí tað kann framvegis vera hált í støðum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder