Størsta oljureinsiverkið í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, er rakt av rakettálopi fyri aðru ferð hesa vikuna.
Og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenski, váttar nú, at tað er Ukraine, sum stendur aftan fyri álopið.
- Eitt rættvíst svar upp á russisku álopini á okkara býir og samfeløg og enn eitt týðandi úrslit hjá okkara herfólkum, ið berjast móti russisku krígsmaskinuni, skrivar Zelenski, sambært Reuters á Telegram.
Forsetin leggur afturat, at ukrainskar deildir eisini hava rakt mál í Rostov-landslutinum í Russlandi og í hertiknu økjunum í Ukraina.
Sambært borgarstjóranum í Moskva, hevur Russland vart seg móti 180 dronum, sum høvdu kós móti høvuðsstaðnum. Sambært russiska verjumálaráðnum, hevur Russland skotið í alt 555 ukrainskar dronur niður, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald