
Í ár eru júst 20 ár liðin, síðani Oljuvinnufelagið varð stovnað við tí endamáli at veita føroyskum fyritøkum mest møguliga úrtøku burturúr oljuvirksemi í føroyskum sjóøki.
Blaðið Vikuskifti hevur í hesum sambandi hitt formannin í felagnum, Leif Hovgaard, sum eisini er sølustjóri í oljufelagnum Magn, og spurt hann, hvussu hann heldur, tað hevur eydnast felagnum at lúka endamálsgrein sína, um støðuna í dag og um framtíðarætlanir felagsins.
Oljuvinnufelagið varð fyrst og fremst stovnað til tess at útvega føroyskum vinnufyritøkum uppgávur í eini framtíðar føroyskari oljuvinnu. Tað fingu føroyskar vinnufyritøkur eisini, so leingi stóru altjóða oljufeløgini leitaðu eftir olju í føroysku undirgrundini og høvdu virksemi her, staðfestir Leif Hovgaard.
- Men eftir at vónirnar um at finna olju á føroyska landgrunninum brustu, og ongin oljuleiting tískil er við Føroyar longur, vísir tað seg tíbetur, at fleiri føroyskar fyritøkur hava fingið og framvegis fáa uppgávur úti í heimi í olju- og frálandsvinnuni har, og tað fegnast vit stórliga um, sigur nevndarformaðurin í Oljuvinnufelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald