Uttanlands

Øll ferðafólkini doyðu í flogvanlukku í Kina

Eitt Boeing 737-800 datt niður mitt á túrinum – slíkt er óvanligt

Einans smápetti eru funnin av niðurdotna flogfarinum (Mynd: EPA)

Einans smápetti eru funnin av niðurdotna flogfarinum (Mynd: EPA)

2022-03-22 07:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongi fólk eru funnin á lívi frá einum Boeing flogfari, sum í gjár datt niður í Kina. Tað upplýsir almenna kinesiska sjónvarpsstøðin CCTV, sambært AP.

132 fólk vóru við flogfarinum. Enn er óvist hvat orsøkin er til, at flogfarið datt niður.

Tað er komið fram, at flogfarið hjá China Eastern Airlines knappliga misti hædd og datt niður nærhendis býin Wuzhou í fjallalendinum í Guangxi-landslutinum í Útsynningskina, og eldur kom í.

Flogfarið fleyg við sjálvstýra í 842 kilometra ferð í 29.000 fót hædd, tá tað knappliga misti hæddina niður til 7.400 fót. Síðani vann tað seg 1.200 fót uppaftur áðrenn tað aftur byrjaði at falla.

Tað vísa dátur frá Flightradar24, sum eygleiðir alla flogferðslu. Sambandið við flogfarið kvettist 96 sekund eftir at tað byrjaði at missa hædd.

Flogfarið var seks ára gamalt av slagnum Boeing 737-800.

Hetta er slagið undan 737 MAX-flogførunum hjá Boeing, sum fingu bann fyri at flúgva eftir tvær flogvanlukkur í 2018 og 2019.

[object Object]China Eastern Airlines eigur yvir hundrað flogfør av slagnum Boeing 737-800. Tey eru øll fyribils parkerað (Mynd: EPA)

Tað er rættiliga óvanligt, at flogfør detta niður mitt undir flúgving, skrivar Ritzau.

Amerikanski flogmyndugleikin FAA, upplýsir, at átta út av tíggju flogvanlukkun henda antin beint eftir fráferð ella beint áðrenn komu.

China Eastern Airlines hava støðgað allari flúgving við sínum flogførum av slagnum Boeing 737-800. Sambært Flightradar24 hevur felagið 109 slík flogfør.

Seinast ein álvarslig vanlukka hendi í Kina við ferðafólkaflogfari var í 2010, tá eitt flogfar við 96 fólkum umborð datt niður í vánaligum sýni. Tá doyðu 44 fólk, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder