Uttanlands

Øll fingið streymin aftur í Nuuk

Allir borgarar í grønlendska høvuðsstaðnum hava aftur fingið streym, og orsøkin til streymslitið verður kannað nærri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-29 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava allir borgarar í Nuuk fingið streymin aftur, og kannað verður framvegis, hvør orsøkin er til, at streymurin fór í grønlendska høvuðsstaðnum í gjár.

Streymurin fór klokkan 12.20 føroyska tíð í gjár og ikki fyrr enn seint í gjárkvøldið fingu tey fyrstu streymin aftur.

Mælt varð til, at borgarar skuldu spara uppá streymin og ikki tendra eitt nú ovn og vaskimaskinu. 

Tíðliga seinnapartin í dag boðaði grønlendska elveitingarfelagið Nukissiorfiit frá, at øll høvdu fingið streymin aftur, og sostatt er tilmælið um at spara streym ikki galdandi longur.

Boðað varð frá, at eitt brek varð staðfest á eini linju millum eitt vatnorkuverk og Nuuk.

Undir streymslitinum hevur tilbúgvingin brúkt neyðgeneratorar, og løgreglan hevur eisini sent eyka fólk út á gøturnar í Nuuk. Eisini vórðu hitastovur latnar upp, men tær eru nú latnar aftur.

Umleið 18.000 fólk búgva í Nuuk, har kuldin í dag verður mettur at liggja um 10 kuldastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder