Uttanlands

Øll fólkini funnin og bjargað

Hildið var, at tíggju skíðakarar lógu undir einum skalvalopi í Eysturríki í gjár. Tað vóru bert fýra, og øll eru bjargað

(Mynd: Løgreglan í Tyrol / NRK)

(Mynd: Løgreglan í Tyrol / NRK)

2022-12-26 10:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll tíggju fólkini, sum leitað varð eftir í gjár eftir eitt skalvalop á fjallinum Trittkopf í Eysturríki, eru nú funnin.

Tað upplýsti løgreglan í Eysturríki í morgun.

Myndugleikarnir bótu ótta fyri, at umleið tíggju skíðakarar lógu undir skalvinum, men tað vísti seg, at seks av teimum als ikki vórðu rakt av lopinum. Fýra fólk eru innløgd við skaðum eftir at tey vórðu rakt av skalvinum – ein teirra havur fingið álvarsligar skaðar, skrivar NRK.

Orsøkin til, at løgreglan arbeiddi við talinum tíggju, var eitt videobrot hjá einum eygnavitni.

Í morgun boðaði løgreglan so frá, at tey ikki rokna við, at fleiri fólk eru rakt av skalvalopinum.

Umleið 200 sjálvboðin og nógvir hundar og fleiri tyrlur vóru við í leitingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder