
Nú nógvir tingfundir eru upp til jólar, og løgtingslimirnir sita og arbeiða tætt saman, setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fram krav um, at tingfólk, landsstýrisfólk og starvsfólk hjá løgtinginum skuldu vísa á eina negativa kanning fyri at koma til arbeiðis.
Jógvan á Lakjuni hevur nú fingið at vita, at hesar kanningar vóru allar negativar. Tað skrivar Kringvarpið.
Eingin smittutilburðir
Løgtingið hevur í dag ellivu viðgerðir, og Fíggjarlógin fyri komandi ár skal helst avgreiðast, áðrenn næsta vika er av.
Áhoyrarar hava framvegis ikki atgongd til tingfundirnar orsakað av koronastøðuni men til ber at fylgja orðaskiftunum í sjónvarpi, útvarpi ella á heimasíðu tingsins. Har sæstskráin fyri løgtingið eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald