Øll koronatilbúgvingin byggir framvegis á álit til og ábyrgd hjá tí einstaka

Løgmaður ynskir ikki at herða møguleikarnar at seta forboð í gildi við lóg

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-09 11:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag kunngjørdi løgmaður, at nýggjar leiðreglur eru galdandi við innferð til Føroya fyri at byrgja upp fyri, at koronasmittan, sum í vaksandi mun herjar londini kring um okkum, eisini fer at økjast ógvusliga í Føroyum.

Men enn eru ongar ætlanir um at herða eitt nú epidemilóggávuna, so at tilmælini kunnu upphevjast til lóg við heimild at revsa tey, sum ikki halda tilmælini.

Einasta undantak er skipanin, sum var í gildi í summar, har landsstýrismaðurin við vinnumálum kundi nokta skeinkistøðum at hava leingi opið um kvøldarnar.

- Tann lóggávan er farin úr gildi aftur, men vit hava lagt uppskotið fyri tingið aftur, so møguleiki verður at steingja skeinkistøð aftur, um tað verður mett neyðugt, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum í morgun.

Serlig áheitan til útisetarnar
Høvuðsboðskapurin í morgun var ein áheitan til føroyingar – og serliga tey, ið ætlar sær heim til jóla – um at vísa varðsemi og fylgja leiðreglunum um at lata seg kanna tríggjar dagar áðren heimferð, við heimferð og aftur seks dagar eftir heimferð.

Leiðreglurnar, sum vit annars hava liva eftir í nú átta mánaðir – her verður hugsað um spritting, reinføra og frástøðu – vórðu næstan ikki tikin upp á tungu á tíðindafundinum í morgun.

Hetta tí at vit føroyingar hava dugað rættiliga væl at liva við smittuvandanum, vístu løgmaður, landsstýrismaðurin og læknafakligi ráðgevin á. Nú ræður um at ‘seta inn’ við markagrindirnar, og tað er ferðafólkini við Atlantsflog og Smyril Line.

Líta á donsku ásetingarnar
Upp á fyrispurning um hvat gjørt verður við serligu, nýggju, hóttanina, ið er uppstaðin í Norðurjútlandi, og nærum hevur stongt allan landslutin av, segði løgmaður, at ongi serlig tiltøk eru sett í verk.

- Vit ansa væl eftir. Tey ferðandi fáa boð um at koyra ígjøgnum Norðurjútland uttan at støðga á, og annars seta vit okkara álit á tey strongu krøvini, sum donsku myndugleikarnir hava sett í verk viðvíkjandi Norðurjútlandi, segði løgmaður.

Viðvíkjandi kanning á sætta degi segði løgmaður, at frá í dag av er ein  serlig skipan sett í gildi hjá flutningsfeløgunum, so at tey ferðandi á fimta degi eftir komu fáa eina áminning um at fara at lata seg kanna á sætta degi.

Gera tey ikki tað, so kanska tey fáa eina áminning afturat, segði løgmaður og vísti á, at flutningsfeløgini ikki fáa upplýsingar um hvør er smittaður.

Byggir á álit og ábyrgd
Viðvíkjandi óvarna atburðin, sum føroyingar í veitslulag hava sýnt hesa seinastu tíðina um vikuskiftini, har løgreglan hevur staðfest, at leiðreglur og áheitanir um tættleika, savningarmongd og upplatingartíðir als ikki hava verið yvirhildnar, segði løgmaður, at hann framvegis ikki hevur ætlanir um at seta lógartiltøk í verk.

- Tað er av týdningi, at tilmælini verða tikin í størsta álvara. Men vit ætla ikki at herða lóggávuna fyri at fáa fólk at halda hesi tilmæli. Tí vit síggja í grannalondum okkara, sum hava stongt náttarlívið við lóg, at smittan kortini spjaðist. Tí er tað betri at byggja skipanina á álit á borgaran og ábyrgd hjá hinum einstaka, segði løgmaður á tíðindafundinum í morgun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder