Innanlands

Øll koronukrøv fella burtur í bussleiðini

Í longri tíð hava vaksin og børn skula brúkt masku í býarbussunum í Tórshavnar kommunu. Hetta fellur nú burtur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-02-17 14:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nú ein farin tíð at síggja heilar skúlaflokkar ella bara fólk sum heild standa og bíða eftir bussinum í masku.

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at øll koronukrøv í Bussleiðini eru avtikin.

Leingi hevur verið krav, at øll, sum brúka Bussleiðina, vaksin sum børn, skulu brúa masku. Somuleiðis hevur seinastu tíðina mesta ferðafólkatalið í bussinum verið ásett til 25 í alt.

Hetta er strikað. Onki krav er longur um masku og kravið um í mesta lagið 25 fólk í bussunum er eisini avtikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder