2020-07-31 17:30
Tríggir persónar, ið eru partur av manningini á ferðafólkaskipinum Roald Amundsen, hava fingið staðfest koronavirus. Tað skrivar NRK.
Skipið, sum hoyrir til Hurtigruten, kom á havnina í Tromsø úr Svalbard fríggjamorgunin.
Øll manningin, sum telur 160 fólk, skal nú kannast fyri koronu og í sóttarhald.
Ferðafólk, ið seinastu vikurnar hava verið umborð á skipinum skulu eisini í sóttarhald boðar kommunan í Tromsø frá, sambært NRK.
Skipið, ið hevur verið tveir túrar í juli, hevur umleið 250 ferðafólk við hvønn túr. Nú skulu øll hesi, umframt manningin á skipinum í sóttarhald.
Skipið liggur nú við kai í Tromsø har tað er avbyrgt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald