Uttanlands

Øll skeinking støðgar í Noregi

Stjórnin hevur sett enn strangari tiltøk í verk fyri at støðga omikron

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri (Savnsmynd: EPA)

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri (Savnsmynd: EPA)

2021-12-14 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður nú bannað at skeinkja rúsdrekka á øllum barrum, matstovum og hotellum í Noregi.

Tað boðaði Jonas Gahr Støre, forsætirsáðharri, frá á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Orsøkin er omikron frábrigdið, sum spnaðist skjótt í Noregi.

- Nú er tað álvari. Nýggja frábrigdið broytir spælireglurnar, og tiltøkini mugu herðast, segði forsætisráðharrin.

Í farnu viku boðaði stjórnin í Noregi frá, at øll skeinking mátti støðga á midnátt. Men eftir áheitan frá norsku heilsumyndugleikunum, verður øll skeinking nú bannað.

- Vit gera hetta, tí skeinkistøð verða sett í samband við stóran vanda fyri at spjaða smittuna, segði Ingvild Kjerkol, ráðkvinna við heilsumálum.

Tilmælini fyri sjálvan jólaaftan í Noregi eru enn tey somu. Í mesta lagið 10 gestir í hvørjum heimi umframt familjuna, sum býr har, og øll skulu halda frástøðu, minst ein metur.

Fram til jóla og nakað eftir eisini, skulu øll, ið hava møguleika fyri tí, arbeiða heimanífrá. Eisini verður krav um at bera munnbind á nógv fleiri støðum, og stjórnin heitir á fólk um at lata vera við at brúka almennu ferðsluna.

Nýggjastu tiltøkini eru fyribils galdandi í fýra vikur, fram til miðjan januar.

Í gjár ávaraði norsku heilsumyndugleikarnir, Folkehelseinstittuttet, FHI, móti, at komandi vikurnar kundi koma upp móti 90.000 til 300.000 nýggir tilburðir av omikron í Noregi, um ikki serlig tiltøk vórðu sett í verk.

- Týdningarmesta tiltakið móti omikron er tó koppseting. Alt bendir á, at við at lata seg koppseta, verður tú vard/ur móti álvarsligari sjúku. Við at lata teg koppseta verjir tú teg sjálva/n, og samfelagið, tú ert partur av. Eg heiti inniliga á øll um at lata seg koppseta, segði Jonas Gahr Støre.

72 prosent av fólkinum í Noregi eru koppsett tvær ferðir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder