Innanlands

Øll skulu kannast við landamørkini

5.051 brúkarar gjørdu í gjárkvøldið sína meining til kennar á Portalinum. Heili 86 prosent halda, at øll sum koma til Føroya eiga at vera kannað fyri koronu. Í løtuni verða bert tey sum ikki hava koronupass kannað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-20 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá klokkan 18 til klokkan 23 í gjárkvøldið bar til her á Portalinum, at geva sína meining til kennar um koronukanningar við landamørkini.

Spurt var “Heldur tú, at øll áttu at verið kannað fyri koronu við landamørkini”. Svarið er púra greitt.

Heili 86 prosent av teimum 5.051 brúkarunum, sum svaraðu, siga ja til spurningin. 14 prosent halda ikki, at øll skulu kannast við landamørkini.


Farsóttarnevndin setti í síðstu viku tiltøk í verk við landamørkini. Tey sum hava koronapass kunnu frítt koma til landi uttan kanning, men tey sum einki hava at vísa á, skulu kannast. Hendan kanningin er ókeypis fyri ókoppsett, men er ein sum hevur koronupass, og ynskir at kanna seg, skal viðkomandi rinda fyri hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder