Uttanlands

Øll tey konservativu stuðla avtaluni hjá Boris Johnson

Tey 635 valevnini hjá konservativa flokkinum, sum stilla upp til bretska valið, hava lovað at atkvøða fyri avtaluni, um tey verða vald

Boris Johnson (Savnsmynd)

Boris Johnson (Savnsmynd)

2019-11-17 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll tey konservativu valevnini, sum stilla upp til komandi tjóðartingsvalið í Stórabretlandi hava lovað bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, at tey fara at stuðla skilnaðaravtaluni hjá honum.

Tað sigur Boris Johnson í samrøðu við miðilin The Telegraph.

- Øll tey 635 konservativu valevnini, sum stilla upp til valið hava lovað mær, at verða tey vald, fara tey at atkvøða fyri brexitavtaluni hjá mær í tinginum. Harvið kunnu vit fáa ein enda á ótryggleikanum og endiliga fara úr ES, sigur hann.

Eisini lovar hann fólkinum, at atkvøða tey konservativt, kunnu tey vera 100 prosent vís í, at ein konservativ meirilutastjórn fer at kunna gjøgnumføra brexit.

Ein lítil meiriluti av fólkinum atkvøddi í 2016 fyri at fara úr ES, men enn er tað ikki eydnast tinginum at fáa semju um hvussu, og tí var val útskrivað til 12. desember.

Boris Johnson vónar, at flokkur hansara fær meiriluta eftir valið, so hann kann fáa skilnaðaravtaluna, sum hann fekk í lag við ES í oktober, góðkenda.

Sambært Ritzau, hevur flokkurin hjá Boris Johnson klárað seg væl í seinastu veljarakanningunum.

Ein veljarakanning frá YouGov vísur, at 45 prosent av veljarunum velja konservativt, og tað er tað hægsta talið síðan 2017.

Í somu kanning fær andstøðuflokkurin Labour 28 prosent, meðan Liberaldemokratarnir fáa 15 prosent.

Sambært aðrari veljarakanning frá SavantaComRes, fær konservativi flokkurin 41 prosent, meðan Labour fær 33 prosent.

Freistin útsett tríggjar ferðir

Upprunaliga skuldu bretar vera farnir úr ES 29. mars í ár, men semja fekkst ikki um eina avtalu, og herfyri játtaði ES fyri triðju ferð at útseta freistina fyri brexit.

Núverandi freistin er 31. januar 2020, men um semja fæst um hetta í tjóðartinginum, kunnu tey fara úr áðrenn tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder