Umframt teir tríggir persónarnar, sum lótu lív í Field's sunnudagin vórðu fýra persónar eisini álvarsliga særdir og máttu innleggjast á sjúkrahúsi.
Talan var um tveir danskar ríkisborgarar – eina 40 ára gamla kvinnu, og eina 19 ára gamla kvinnu – og tveir svenskar ríkisborgarar – ein 50 ára gamlan mann og eina 16 ára gamla gentu.
Sambært DR eru øll fýra nú uttanfyri lívsvanda. Tríggir teirra eru innlagdir á Ríkissjúkrahúsinum, og ein er innlagdur á sjúkrahúsinum í Herlev.
Talan er tó um eina løtumynd, verður upplýst seinnapartin.
Løgreglan í Keypmannahavn upplýsti í gjár, at umframt teir fýra persónarnar, sum vóru innlagdir, vóru tríggir aðrir persónar, sum høvdu fingið viðgerð fyri møgulig strokskot á staðnum, meðan 20 onnur høvdu fingið smærri skaðar, tá tey rýmdu úr Field's. Sostatt vóru tilsamans 30, sum høvdu annaðhvørt latið lív ella fingið skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald