Uttanlands

Ólógligar dronur yvir Karup floghavn

Í gjárkvøldið varð aftur boðað frá dronum yvir danskari floghavn - hesaferð í Karup í Miðjútlandi

(Savnsmynd: Olavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Olavur Frederiksen)

2025-09-27 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í vikuni varð boðað frá dronum yvir fleiri donskum floghavnum, m.a. í Keypmannahavn og Aalborg, og fríggjakvøldið var enn eitt dømi um ólógliga dronuflúgving yvir einari danskari floghavn. Hesa ferð var talan um Karup hernaðarfloghavnina millum Herning og Viborg í Miðjútlandi.

Hendingin varð fráboðað umleið klokkan 19.15 í gjárkvøldið føroyska tíð. Hetta hevði við sær, at loftrúmið yvir floghavnina var stongt fyri sivilari flogferðslu í eitt tíðarskeið, skrivar Ritzau.

Talan var um eina ella tvær dronur, sigur umboð fyri løgregluna í Danmark, sum hevur samstarvað við herin um málið.

Løgreglan í økinum er áhugað í at hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt, sum kann hava samband við málið, nær við floghavnina fríggjakvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder