Innanlands

Óluva í Gong er ársins Brita

Hon stóð fast og helt út. Hon stríddi eitt stríð fyri at vinna øðrum rættindir, sigur dómsnevndin

Óluva í Gong (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óluva í Gong (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-09 12:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Óluva í Gong var í gjárkvøldið kosin til ársins britu 2024.

Tað var hon á tiltakinum, Millum makligheit makt og mammon, sum var á altjóða kvinnudegnum 8. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Grundgevingin hjá dómsnevndini var millum annað, at hennara brennandi ynski um rætta lønarlagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í mun til aðrar fakbólkar við sama útbúgvingarstøði, fær hana at kjema ótroyttiliga. Hon er stinn, áhaldin og arbeiðssom.

Og í 12 ár hevur hon staðið á odda í stríðunum fyri at betra um lønarlagið hjá hesum týðandi fakbólki. Hon hevur eina sterka rættvísiskenslu, sum er hennara drívmegi – og hon ynskir so inniliga at vera við til at broyta tann samfelagstrupulleikan, vit tíverri enn síggja á summum økjum.

- Ársins Brita stóð fast. Ársins Brita helt út. Ársins Brita stríddi eitt stríð fyri at vinna øðrum rættindir, verður sagt.

Dómsnevndin er mannað við hesum umboðum, Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandi Mortensen Nolsøe frá Javnstøðunevndini og Rønn Eliasen frá Fuglafjarðar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder