Hósdagin 17. juni vardi Óluva R. Eidesgaard ph.d.-ritgerð sína við Københavns Universitet.
Óluva hevur kannað møguleikar fyri at brúka tulkingar av wire-line loggum frá boringum í sambandi við kanningar av jarðgoymslueginleikum, í breiðari marking, í føroyska basaltháslættanum.
Ritgerðin ber heitið: "Investigation and applicability of interpreted well log data within the Faroe Islands Basalt Group (FIBG)"
Óluva R. Eidesgaard arbeiðir á Jarðfeingi og hevur verið innskrivað til ph.d.-lesturin á Københavns Universitet. Vegleiðarar hava verið Lars Ole Boldreel, lektari á IGN, Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo, seniorgranskari á GEUS og Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi, skrivar Granskingarráðið.
Í metingarnevndini vóru Michael Larsen, høvuðsráðgevi hjá Ineos Oil and Gas Denmark, Sverre Planke, professari á CEED, Centre of Excellence, Oslo og Kresten Anderskouv, lektari á IGN, formaður.
Verjan fór fram umvegis netið, og Óluva var á Jarðfeingi saman við starvsfeløgum, meðan metingarnevndin sat í Keypmannahavn og Oslo. Starvsfelagar og familja fylgdu við í verjuni á netinum.
Ritgerðin byggir á tríggjar vísindaligar greinar, harav ein er almannakunngjørd, ein er til fakliga meting, og tann triðja er um at vera klár til meting.
Fyrst greiddi Óluva frá gransking síni, og síðani svaraði hon spurningum og kjakaðist við metingarfólkini. Hon stóð seg væl, men fekk eisini fleiri góð ráð við á vegnum til, hvussu hon kann arbeiða víðari við síni gransking, skrivar Granskingarráðið.
Eftir nærum tríggjar tímar tók metingarnevndin samanum á einum stuttum fund. Formaðurin kunngjørdi síðani, at metingarnevndin var samd um, at talan var um eina góða ritgerð, verju og kjak. Mælt varð tí universitetinum til, at Óluva R. Eidesgaard fær tillutað ph.d.-heitið.
Aftaná verjuna var hugnaløta á Jarðfeingi fyri starvsfeløgum, familju og øðrum.
Meira um ritgerðina kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald