Vaktarskiftið verður hjá OM Føroyar, nú Danjal av Rana fer at taka við sum dagligur leiðari. Hann tekur við eftir Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið leiðari síðani 2016.
OM Føroyar er ein kristin felagsskapur, sum hevur fleiri deildir kring heimin. Endamálið hjá Operatión Mobilisatión er at útbreiða kristnu trúnna.
Danjal byrjar í starvi hjá OM 1. apríl og verður innsettur sum leiðari á aðalfundinum 29. apríl.
Hann hevur drúgvar royndir í trúboðarayrki, bæði sum trúboðari og innan trúboðaraumsiting. Hann hevur virkað sum trúboðari í Frankaríki og Kroatia, skrivar heimasíðan hjá OM Føroyar.
Fyrstu tíðina virkar Danjal saman við Jóhan Peturi, sum heldur fram í starvi í OM til 1. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald