Mentan

Omanfyri 100 bátar á regatta

Fyrstu bátarnir fara av Eiði um tvey tíðina í morgin seinnapartin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-12 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða omanfyri 100 bátar, sum verða við í regattasiglingini av Eiði til Hósvíkar fríggjadagin.

115 bátar eru tilmeldaðir, og har av eru 21 árabátar meldaði til. Á keiøkinum í Hósvík verða níggju húsvognar, upplýsa fyrireikararnir.

Regatta verður sett á Eiði klokkan 14, og tað verður Jógvan Kruse, borgarstjóri sum setur tiltakið.

Klokkan 14:15 fara árabátarnir av Eiði og seta kós móti Hósvík. Róðrarfólkið plagar at leggja leiðina upp á Grønhólm sunnanfyri og javnan er føroyskur dansur á skránni.

[object Object]Grønhólmur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Klokkan 14:45 fara motorbátarnir av Eiði, og savnast klokkan fýra norðanfri Brúnna um Streymin.

Tónleikaframførslur og felagssangur verður á keiøkinum út á kvøldið, og klokkan hálvgun tólv heldur Henrik Old røðu.

Leygarmorgun eru fleiri sum seta kós móti Nólsoy, har ovastevna er.

[object Object]Bátarnir fara undir Brúnna við Streymin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder