Innanlands

Omanfyri 100 koronutilburðir í gjár

Men bara tvey eru innløgd

2021-12-27 18:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrradagin var lægsta tal av nýggjum koronutilburðum í longri tá bara fýra vórðu staðfestir. Men tølini fyri í gjár eru øðrvísi.

Heilir 106 tilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa tølini hjá myndugleikunum.

Um jólini eru fáar kanningar gjørdar, og tí kann hugsast, at tey sum hava kent sær okkurt, hava bíðað til í gjár at kanna seg, tá fleiri tíðir vórðu tøkar.

1688 kanningar vóru gjørdar, og tað eru í løtun 469 positiv. Kortini eru bara tvey innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder