Innanlands

Omanfyri 60 tilburðir fyri fyrstu ferð síðani koronapassið kom í gildi

63 koronutilburðir vóru staðfestir í gjár

2021-11-27 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani 8. november er talið av nýggjum koronutilburðum omanfyri 60.

Myndugleikarnir upplýsa, at heilir 63 tilburðir vóru staðfestir í 2567 kanningum í gjár. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

38 fólk eru vorðin staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu, og sostatt eru tað nú 405 aktivir tilburðir í Føroyum. Hetta er 25 fleiri enn í gjár.

Talið á innløgdum er kortini ikki vaksið seinasta dagarnar og liggur støðugt á sjey.

Koronupassið hevur nú verið í gildi í tvær vikur, og talið á nýggjum tilburðum í miðal verið um 40, men tað er fyrstu ferð síðani fyrst í november, at talið er so høgt sum tað var í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder