Innanlands

Omanfyri 600 undirskriftir ímóti koronupassi

Síðani í gjár hava undirskriftir verið savnaðar inn undir yvirskritini “Nei til koronupass í Føroyum”. Higartil eru tað fleiri enn 600, sum hava skrivað undir

(Skíggjamynd: Korona.fo)

(Skíggjamynd: Korona.fo)

2021-11-15 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru deildar meiningar um koronupassið, sum løgmaður herfyri noktaði at seta í gildi í Føroyum, men sum hann í síðstu viku kortini setti í gildi.

Á heimasíðuni skrivunder.net verða undirskriftir savnaðar inn undir yvirskriftini “Nei til koronupass í Føroyum”. Síðani í gjárkvøldið eru tað komnar beint omanfyri 600 undirskriftir, og tað legst afturat.

Tað er millum annað Jón Tyril, sum stendur fyri innsavningini. Hann hevur verið frammi og funnist at koppsetingini, og nú eisini at koronupassinum, sum landsstýrið hevur mælt til.

Fyri at fáa eitt galdandi koronupass grevst at ein er koppsettur minst tvær ferðir, hevur havt koronu ella eina test sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Fyriskipararnir av undirskriftainnsavningini halda at við koronupassi verður ein gjógv í millum tey koppsettu og tey, sum ikki eru koppsett.

- Við hesi undirskriftainnsavning mótmæla vit, at munur verður gjørdur á koppsettum og ókoppsettum føroyingum við at krevja koronupass.

- Tá koronupassið varð bílagt, fingu vit at vita, at tað skuldi ikki brúkast í Føroyum, men var fyri at geva útisiglarum og øðrum, ið starvast uttanlands, eina smidliga føroyska loysn. Vit hava eisini fingið endurtikin lyfti um, at føroyingar fóru ikki at vera býttir upp í bólkar við koronupassi.

- Vit heita staðiliga á myndugleikarnir at halda givin lyfti og seta koronupassið úr gildi aftur, siga fyriskipararnir.

Les eisini: Heita á myndugleikarnar at taka koronupassið úr gildi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder