Innanlands

Oman fyri 8.000 fólk kannað fyri diabetes 2

Umleið 80 luttakarar fingið ábendingar um, at tey kunnu hava diabetes 2, meðan nærum 500 luttakarar eru eyðmerktir at vera í vandabólkinum prediabetes. Kanningin "Finn øll við Diabetes 2" heldur fram.

(Mynd: Steno Miðstøðin)

(Mynd: Steno Miðstøðin)

2026-09-25 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Oman fyri 8.000 fólk hava higartil luttikið í kanningini "Finn øll við Diabetes 2", sum Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum standa fyri í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið.

Umleið 80 luttakarar fingið ábendingar um, at tey kunnu hava Diabetes 2, meðan nærum 500 luttakarar eru eyðmerktir at vera í vandabólkinum prediabetes, sum er undanstig til diabetes 2.

Hesi úrslitini vísa greitt, hví hetta átakið er so týdningarmikið, skrivar Landssjúkrahúsið.

– At finna útav hesum tíðliga kann hava stóran týdning fyri tann einstaka, sum í samráð við egna lækna kann seta fyribyrgjandi inn við kosti og rørslu. Somuleiðis hevur stóran týdning at fáa tað staðfest, um ein hevur diabetes, soleiðis at sjúkan ikki fær gjørt ov nógvan skaða, ofta í tí stilla, áðrenn hon verður uppdagað.

Higartil hava luttakararnir verið 57% kvinnur og 43% menn.

Kanningin heldur fram, og vónin hjá stigtakarunum er at kunna tvífalda luttakaratalið næstu seks mánaðirnar.

– Okkara vón er at vit kunnu hjálpast at við at finna øll við diabetes 2 í Føroyum. Øll 40 ár og eldri kunnu kanna seg, kanningin tekur bert nakrar fáar minuttir og ein fær svar á staðnum.

Meira um kanningina kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder