Innanlands

Omanfyri fýra milliónir komnar inn

Endaliga upphæddin frá landsinnsavningini hjá Reyða Krossi gjørdist 4.116.453 krónur

2024-10-29 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit gleðast um at kunngera, at endaliga innsavnaða upphæddin til Landsinnsavningina hjá Reyða Krossi gjørdist heilar 4.116.453 krónur, skrivar felagsskapurin nú upphæddin endaliga er gjørd upp.

Landsinnsavningin varð send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum sunnukvøldið, og tá kom talið upp á 3,2 milliónir krónur. Men tí at tekniskir trupulleikar vóru hjá Føroya Tele, bar ikki til at telja tey, sum høvdu ringt inn og stuðlað, við í samlaðu upphæddini.

Nú er so greitt, at omanfyri fýra mlliónir eru komnar inn.

- Hjartans tøkk til øll, sum hava hjálpt okkum at røkka hesum málinum – hvør ein króna telur og er við til at gera mun hjá teimum, ið hava tørv á hjálp, sigur Reyði Krossur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder