Innanlands

Omanlop á Tjørnuvíksvegnum

Landsverk er í holt við at rudda grót av vegnum, so ferðslan kann koyra

(Mynd: Tjørnuvíkingar á Facebook)

(Mynd: Tjørnuvíkingar á Facebook)

2021-06-18 07:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki koyrandi úr og til Tjørnuvíkar í morgun. Klokkan hálvgun sjey fekk løgreglan fráboðan um, at stórt grót ella klettar vóru á vegnum, og at tað ikki var koyrandi.

Landsverk er í løtuni í gongd við at rudda grótið av vegnum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga fyri løtu síðani.

Har verður væntandi koyrandi aftur um eina løtu.

Omanlopið hendi á Enninum, sum ikki er langt frá bygdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder