2021-10-20 22:29

Tað er lopið úti í Lamba í Mykinesi, har nógvur lundi heldur til um summrarnar.
Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi, sum hevur lagt myndir av omanlopinum út á Facebook, sigur, at tað er lopið úti í Lamba, av Rógvuni niður yvir Haldanatorvu og bóndabóli og á slætt.
(Mynd: Eddie Lauritsen)
Ein partur av nýggju gøtuni er eisini farin.
Júst hvussu stórur skaðin er, er enn ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald